Hóast 2019 var eitt óvanliga gott bókaár, so lá vøksturin av bókasøluni á 10% í 2020.
Stóra Føroyska Bókaútsølan var í apríl mánaði, so hetta er ein partur av vøkstrinum, men annars so økja vit bókasøluna í fleiri av mánaðunum, sigur Kári Árting, stjóri í Rit&Rák til spurningin, hvussu var við bókasøluni í 2020.
Bæði Góðaráð og Karius og Baktus eru higartil komnar út í seks útgávum, og megnaði Góðaráð at gerast ein av best-seljandi bókunum í 2020.
- Í seinasta ársfjórðingi seldu vit meira enn 750 ymiskar bøkur á føroyskum, men av hesum var ein triðingur av titlunum seldur í einum eintaki.
Kári Árting sigur, at bókasølan á nethandlinum ritograk.fo setti met, bæði í mars/apríl, tá handilin var stongdur av Corona og í so aftur í desember.
- Men enn er sølan á netinum ein brotpartur av tí, sum hon er í handlinum, sigur Kári Árting.