Í endanum av fimtu øld avgjørdi Pávin at tann 14 februar skuldi vera Valentines dagur, og síðan tá hava vit hildið Valentines dag (bæði religiøst og romantiskt) tann14 februar.
Summi vilja vera við at romerski kalendarin hevði ein líknandi dag miðskeiðis í februar longu áðrenn Valentines dagur var lagdur til at vera tann 14 februar. Granskarar meina, at hesin dagur bleiv kallaður Lupercalia, sum var ein dagur man hátíðarhelt fruktabæri. Hildið verður, at hesin dagurin hevur havt ávirkan á hvussu vit halda Valentines dagin í dag.
Orsøkin til at dagurin verður kallaður Valentine er ógvuliga ógreið. Hildið verður, at dagurin er uppkallaður eftir Saint Valentine, tó so eru søgurnar nógvar um hendan gátuføra mann. Tað, sum søgurnar hava til felags er, at Saint Valentine vildi altíð øllum tað besta.
Tó er sannlíkt at tann Saint Valentine sum hevur havt størstu ávirkan á okkara uppfatan av Valentines degi er tann sum, í rómerskari tíð, gjørdi alt fyri at loyva herðmonnum at giftast og finna kærleikan.
Tað var nemliga bannað av rómerska keisaranum at mannfólk skuldu giftast, tí so gjørdust teir ikki góðir hermenn, helt hann. Saint Valentine var prestur og vildi gera alt fyri at tæna Gud og kærleikanum. Hann hevði ein ring við amor á, soleiðis at hermennirnir kendu hann aftur um teir sóðu hann. Soleiðis gekk hann eisini, kanska sum undangongufólk fyri Valentines kortum, og gav pappírs hjørtu til fólk, sum bóru kærleiksboðskap frá gudi til øll menniskju.
Valentines dagur er altíð tann 14 februar. Í næsta ár verður Valentines dagur ein mánadag - um tú hevur hug at planleggja frammeftir ;)
Les meira um Valentines dag her.