Vit leita eftir einum skilagóðum, opnum og fríum bókhandilslærlingi, sum dámar væl at selja, veita eina framúr kundatænastu og hevur dirvið at taka ábyrgd. Tær dámar væl at tosa við kundarnar og strembar eftir at geva teimum eina góða uppliving. Vit vænta, at tú ert áhugaður í sølu, tænastu og innkeypi, og at tú hevur ella er um at taka yrkisrættað prógv ella miðnámsprógv.
Sum lærlingur fært tú
· eina útbúgving, her tú kanst taka ábyrgd og kanst menna teg
· møguleika at menna og royna kreativ hugskot
· ábyrd fyri egnum vørubólkum við at bíleggja, sýna fram og halda vøruúrvalið við líka
· samábyrgd av, at handilin sær innbjóðandi, hugvekjandi, reinur og ruddiligur út
Vit bjóða tær
· eina útbúgving sum gevur tær gott grundarlag at starvast í vinnuni
· spennandi skeið á Tietgen saman við øðrum lærlingum frá ketuni Bog & ide
· at blíva ein partur av einum vælvirkandi og mennandi toymi
· eitt stuttligt arbeiðspláss, her allir dagar eru fjølbroyttir, og her stutt er millum hugsan og gerð
Hevur tú hug at vera í tí stolta liðnum hjá Rit & Rák so send umsóknina hjá tær við telduposti til kari@ritograk.fo Viðm: lærupláss
Umsóknarfreist: 1. juli 2021
Tú tekur við starvi: í august 2021