Í síðstu viku var víðagitna Bókamessan í Frankfurt. Messan er tann størsta í heiminum,
Sjálvt um messan var munandi minni enn hon var undan koronakreppuni, so vóru smá 200.000 yrkisfólk og vitjandi á 4000 básum á messuni.
Vit eru við fyri fyri at hyggja eftir hvar rørir seg í bókaheiminum, vit hitta tey sum vit vanliga keypad frá og vit finna nýggjar veitarar, men ikki minst er eisini ein altjóða bókhandlarráðstevna í EIBF, altjóða bókhandlarafelagnu, har Rit & Rák er limur, har vit hitta kollegar úr øllum heiminum. Avbjóðingarnar eru ofta tær somu, líkamikið hvar tú rekur ein bókhandil.
Føroyski básurin, sum Farlit skipar fyri smæðist ikki burtur millum hinar. Har hava vit eisini møguleika at bjóða til fundar.
Ein av stóru løtunum var tá Voldemyr Zelinski helt talu fyri bókhandlarum og forleggjarum. Boðskapurin var sum væntað, at vit máttu ikki lata ein einaræðisharra ræða okkum at hugsa og liva sum fræls menniskju. At heita á politikarar og vinnulívið um at gevast at samstarva við Russland til landið gevst við sínum álopum á sínar grannar.