Sólstormur
er spennandi og ein óhugnaliga góð – og syrgiliga aktuell – krimi um fanatismu
og fjald motiv.
Hávetur í
Kiruna. Myrkur og kuldi. Gellifrost. Men meðan norðlýsið spælir sær á luftini,
verður andaligi fyristøðumaðurin í nýggju Kraftkeldunnar kirkju, Viktor
Strandgård, myrdur.
Morgunin
eftir fær stokkhólmsadvoktaturin Rebekka Martinsson, sum er vaksin upp í
Kiruna, og sum kendi Viktor, eina óvæntaða uppringing. Tað er systir hansara,
Sanna, sum biður um hjálp. Systirin er sannførd um, at løgreglan hevur hana
undir illgruna fyri morðið, og hon óttast fyri, at onkur ætlar at taka børnini.
Av lítlum huga leitar Rebekka niðan aftur til kavaklædda barndómslandið.
Heimkoman fær sterkar
kenslur at vakna, og brátt kennir hon seg sjálva elta og hótta … . Bæði av
sínari egnu fortíð og av vándum kreftum, sum hava í hyggju at fáa hana at tagna
… .