Uppskriftirnar í Matur í myndum eru einfaldar, og myndateksturin í teirri røð arbeiðið verður gjørt. Ætlanin við myndunum er eisini at geva børnunum høvi at læra seg rætt arbeiðslag. Hóast bókin er ætlað børnum, kunnu óroynd vaksin eisini fáa gleði og gagn av henni.