Lítla oyggjalandið og stóra meginlandið langt burturi. Fyri Gunnar Hoydal hevur Suðuramerika síðani barnaárini har verið eitt tilfar, sum lá og bíðaði eftir at fáa lív aftur. Í hesi bók ger hann eina ferð aftur til londini í Andes, og av sær sjálvum verður hetta samstundis ferð aftur í tíð, bæði hansara egnu tíð og tað gomlu tíðina hjá upprunafólkinum har. Hetta er skaldsøga flætta inn í minnisbrot og veruligar hendingar, og við í ferðini út um heimin er sum altíð ´ hansara skaldskapi upprunin og heimlandið í havinum.