Stjørnuskaldið undir Varða
(Bók)
William Heinesen
Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum eftir William Heinesen. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams. Bókin er býtt í trý evni: Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Skrivaður er inngangur um skaldsliga avrik Williams og til tey trý evnini. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag skaldsins. Til bókina er gjørd plakat, sum kostar 80,- kr. og postkort, sum kosta 7,- kr. Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen løgdu til rættis.