Helena býr í Danmørk. Omman var eitt summarið og vitjaði hana, og tá slapp hon við henni í vøggustovuna at síggja stovurnar, allar leikurnar, børnini og konurnar, ið arbeiddu har. Í bókini eru vit við tvey ára gomlu Helenu í vøggustovuni, og gerandisdagurin har, er ikki ólíkur okkara: Tey ganga túr, og onkur ansar ikki eftir. So spæla tey, og onkur fær karm, og á útferð uppliva tey okkurt spennandi. Annika Lávík hevur myndprýtt bókina. 24 bls. Innb. BFL. Kr. 90