Í 1898 kom stóra innrásin av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hon var ein hvøkkur fyri føroyingar, sum sóu sjálvt tilverugrundarlagið vera hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimun miðum, sum føroyskir útróðrarmenn høvdu søkt og sitið á í øldir. Tann 1. apríl 1901 varð Henry Villiers tilnevndur konsul í Føroyum og Íslandi og kom til Havnar við konu, tveimum børnum og tveimum tænarum. Hann var alt annað enn vælkomin. Føroyingar vildu ikki lova honum í land. Hann mátti leypa niður í ein bát fyri at sleppa í land; fylgi hansara var eftir um borð. Eingin vildi veita honum innivist í Havn, til ein takksamur ungur bakari, sum hevði lært í Skotlandi, lovaði honum at leiga hjá sær. Embætismennirnir vóru ikki minni óblíðir, tí hann var mótpartur teirra, og teir máttu eisini ansa eftir ikki at gerast ov væl við ein sendimann, sum føroyingar fataðu sum fígginda.