Tuberklasjúkan mundi nema við hvørt einasta húski í Føroyum og setti sín dapra dám á fleiri ættarlið í fyrru helvt av øldini. Dalurin fagri er skaldøga um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum. Søgan tekur við um várið, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr dalinum.