Bjargingarbrøgd
(Bók)
Erling Poulsen
Í heimbygdini Vági vóru nógv skip og nógvir bátar, og nógv bleiv tosað um hendingar og bjargingarbrøgd bæði við skipum og bátum. Sjálvur minnist eg, at pápi mín sat og las hart í Dimmalætting, og mamma sat og græt, og navnið "ernestina" festi seg fast í minnið, at eg aldri gloymdi tað aftur. Tað Bjargingarbragd, sum Ziska á Fløtti har framdi, gloyma føroyingar aldri.