Streingir, ið tóna 4
(Bók)
Símun av Skarði
Hetta er hin fjórða í røðini um Søgur og ævintýr, sum Turið Sigurðardóttir hevur lagt til rættis eftir rithlvundan Símun av Skarði.
Í hesi bókini eru 14 søgur, har Símun av Skarði hevur skrivað tær 11, meðan tær tríggjar eru týddar. Haraftrat eru í bókin 22 smærri ævintýr, sum hann hevur týtt úr norðurlendskum.
Søgurnar eru skrivaðar tíðarskeiðið 1904-19, men ein einstøk »Nú er tíð at stoyta kerti til jóla« skrivað nógv seinni, í 1941.
Ævintýrini eru prentað fyrstu ferð í tíðarskeiðunum 1907-14, og eru tey norsk, íslendsk, írsk, týsk, fronsk, italsk og russisk. Haraftrat eru onkur tikin úr »Túsund og einari nátt«.