Bókin snýr seg um oyrarmannin Sofus Severin Strømsten, sum í 1947 rýmdi úr Føroyum. Hann flýddi undan harða og syrgiliga uppvøkstri sínum - rýmdi undan pápanum og hvarv út í stóru verð. Hann kom ongantíð aftur til Føroya, og læt heldur ikki frætta frá sær. Í dag, 54 ár seinni, hava vit leita eftir honum í Brasilska stórbýnum Rio de Janeiro. " Horvin Føroyingur " lýsir syrgiliga uppvøksturin og dramatiska lívið hjá oyrarmanninum.