Hellan: Klassikarin um Guds treytaleysu náði Leo-Hans Mikkelsen Ein skaldsøga, men samstundis meira enn tað. Hon sigur eina søgu, men ikki uttan at seta spurnartekin við trúarlív og læru hjá bæði leikum og lærdum, og sipar til vísdómsorðini, sum Prædikarin ber fram, at einki er nýtt undir sólini. Upprunaliga er skaldsøgan svensk, skrivað av svenska biskupinum, Bo Giertz (1905-1998), um svensk kirkjulið í trimum tíðarskeiðum, við góðum hálvthundrað ára millumbili. Søgan er um prestarnar í sóknini, og viðurskiftini teirra millum, og fólk á staðnum. Vit fáa nógvar góðar og rámandi persónslýsingar, sum ikki eru okkum ókendar, og vit fáa fatan av, at gjøgnum allar tíðir eru nakrir spurningar, sum vit øll, meira og minni, stríðast við, tó uttan altíð at koma til somu niðurstøðu. Vit lesa eisini um, hvussu prestar og onnur, bæði í andaligari armóð og yvirandaliga møta Guds náði og fáa møguleikan at byrja av nýggjum. Hellan kann onkuntíð órógva og arga okkara moralsku áskoðan, millum annað tí, at onkur prestur kann drekka sær eitt glas, men helst er tað tilvitað, tí stórur dentur verður lagdur á treytaleysu náði Guds, sum hvørki er uppiborin ella treytað av okkara gerningum, men júst er náði. Hetta kann óivað av onkrum skiljast sum ein umbering fyri ikki at ganga so høgt upp í lívsførsluna. At bókin í støðum kann tykjast í so kirkjutrúgv og er ikki sørt litað av hugsjónum høvundans, tekur ikki dýpdina og dygdina frá henni. Hellan kann lesast bara sum ein skaldsøga, men hon hevur eitt hægri mál, enn bara at stytta sær stundir. Hon kann lesast av øllum, og øll hava brúk fyri, og kunnu fáa gott av at venda teimum spurningum, bókin tekur upp. Bókin er álvarsom, men avgjørt ikki keðilig at lesa, tí hon er als ikki uttan humor. Samanumtikið ein sera góð bók, viðkomandi og hugvekjandi. Og at vit hava fingið hana á egnum máli, er bara at fegnast um, og eg vil mæla øllum til at lesa hana, havandi í huga orð Paulusar um náði í 6. kapitli í Rómverjabrævinum. Amy Tausen hevur týtt bókin úr svenskum.