Marianna Debes Dahl hevði fyri nøkrum árum síðani sendirøð í útvarpinum, sum bygdi á samrøður, hon hevði havt við tjúgu fólk, fødd millum 1906 og 1924. Tilsamans vóru sendingarnar 28 í tali. Seinni varð farið at greiða hetta tilfarið til útgávu. Fyrsta bókin kom út í 2000. Umrøðuevnini í henni vóru: Fyrstu minni. Nýggjár, trettandi og páskir. Gerandisdagurin, Havnin. Gerandisdagurin, sjógvurin. Konfirmatión á bygd. Konfirmatión í Havn. Húsligar skyldur. Børn. Morgun og annað. Fólk við breki, sjúka og vanlukkur. Onnur bókin kom út í 2001. Umrøðuevnini í henni vóru: Sanatoriið. Spøl úti summarhálvuna. Kúgvin og neytakonur. Hoygging og korn. Torv. Torv og tarvar. Kirkjan, fólkafundir og felagslív. Gomul fólk. Dansur og brúdleyp. Og triðja bókin í røðini kemur nú út, og sostatt er útgávurøðin fullfíggjað. Í hesum triðja bindinum eru umrøðuevnini: Jarðarferðir. Skúlin á útoyggj og á smábygd. Bygdarskúlin í Suðurstreymoy og í Suðuroy. Barnaskúlin og realskúlin í Havn. Postur. Spøl úti vetrarhálvuna. Spøl inni. Jól í Havn. Jól á bygd. Í bókini eru 64 myndir frá fyrra parti av farnu øld. Úr fotomynd hjá Petru í Koytu hevur Ingi Joensen evnað til snotuliga kápu.