Úr farnum tíðum
(Bók)
Axel Mortensen
Síðani 1986 hevur Axel skrivað eina røð av greinum, fyrst í Dimmalætting, síðani í Viðskeranum og Skáanum. Átjan av hesum greinum eru nú savnaðar í hesi bók. Tær snúgva seg um barna- og ungdómsárini á Tvøroyri, endan av slupptíðini, kirkjuna, hersetingina, náttúrulýsingar og mangt annað. Í bókini eru fleiri fotomyndir, sum eru við at lýsa eina farna, men spennandi tíð.