Alisfrøði og evnafrøði 1 - arbeiðsbók
(Bók)
Arbeiðsbókina hevur Janus Dam Guttesen myndprýtt, við góðum og frágreiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu. Lagt verður upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast á tað, sum eygað sær. Bókarøðin byggir víðari á innihaldið í lærugreinini náttúru og tøkni í 4., 5. og 6. flokki. Har eru næmingarnir vanir at eygleiða náttúrufyribrigdi, undrast á og spyrja, og síðani finna svarini. Nógvu royndirnar og uppgávurnar eru ætlaðar at lætta um innlæringina. Felagsroyndir, ið lærarin vísir flokkin, eru nevndar í næmingabókini. Í arbeiðsbókini eru 17 venjingar við ymsum næmingaroyndum. Harumframt eru uppgávur, sum næmingarnir kunnu arbeiða við heima. Aftast í lærarabókini eru nakrar smáar uppgávur, ið lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Har eru eisini støðuroyndir, har sum næmingarnir sjálvir skulu orða hóskandi uppgávusvar.