Tey føroysku vøtnini hava ikki áður verið kannað nágreiniliga, um enn fleiri stakevni hava verið viðgjørd. Hesa ferð eru fimm av teimum størstu vøtnunum kannað av einum liði av vatnlívfrøðingum úr Íslandi, Svøríki, Danmørk og Noregi í samstarvi við Føroya Náttúrugripasavn. Vøtnini eru: Eystara Mjáavatn, Leynavatn, Sørvágsvatn, Toftavatn, Saksunarvatn og fyri ein part eisini Sandsvatn. Granskingarliðið hevur borið saman allar teir ymisku kanningarhættirnar, ið nýttir verða aðrastaðni, og tí er høvuðsparturin av greinunum skrivaður av upp til sjey fólkum frá kanningarstovum í teimum ymsu londunum. Høvundarnir Tey, ið skrivað hava, eru Lis Elinborg Mortensen, landafrøðingur á Jarðfrøðisavninum í Havn; Sigmundur í Dali, landmátari, ið fyrr hevur arbeitt á Matrikulstovuni í Havn; Kirsten Christoffersen frá Vatnstovninum í Hillerød undir Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn; Susanne L. Amsinck, Rikke Bjerring, Jens Peder Jensen, Erik Jeppesen, Frank Landkildehus, Torben L. Lauridsen og Martin Søndergaard, øll frá Danmarks Miljøstyrelse í Silkeborg; Jens Bagger, Erik Jeppesen og Hans-Henrik Schierup frá Biologisk Institut á Lærda Háskúlanum í Aarhus; Pål Brettum, Bjørn Faafeng og Marit Mjelde frá Vatnkanningarstovninum undir NIVA í Oslo; Wilhelm Graneli, Lars-Anders Hansson, Emma Kritzberg og Carina Pålsson frá Lærda Háskúlanum í Lund; Erlín E. Jóhannsdóttir, Finnur Ingimarsson og Hilmar J. Malmquist frá Náttúrugripasavninum í Kópavági; Gísli Már Gíslason, Jón S. Ólafsson og Sigurður S. Snorrason frá Lívfrøðistovninum á Lærda Háskúlanum í Reykjavík; og Davið Gíslason frá Havrannsóknarstovninum í Reykjavík. Partur av størri kanning Kanningarnar eru partur av eini størri kanning av vøtnum úr Føroyum til Norðurgrønlands (NORLAKE), ið verður fíggjað av Nordic Arctic Research Programme (NARP) undir Norðurlandaráðnum, og aftur at hesum kemur eitt doktaraarbeiði um serkanningar av plantum í føroyskum vøtnum, ið verður fíggjað av danska granskingargrunninum fyri norðuratlantsgransking. Hetta arbeiðið verður gjørt frá Lærda Háskúlanum í Aarhus av Jens Bagger, ið er av føroyskari ætt, og verður tað liðugt í februar í ár. Greinirnar Greinirnar í bókini eru settar í raðfylgju við teimum ikki-lívfrøðiligu greinunum fremst, síðan koma greinir viðv. plantum og seinast greinir um æti og fisk, umframt vistfrøðiskipanina. Eftir inngang, sum Dorete Bloch á Føroya Náttúrugripasavni hevur skrivað, hevur bókin 12 greinir. Kirsten Christoffersen hevur greitt frá eldri kanningum av djóra- og plantulívi í føroyskum vøtnum, ið gevur eitt yvirlit yvir alt tilfarið, ið er skrivað undan hesi kanning. Fyri at skilja upprunan at vøtnunum hevur Lis Elinborg Mortensen skrivað um jarðfrøðina og landalæruna við fimm føroysk vøtn. Lýsing av fimm føroyskum vøtnum hava Frank Landkildehus, Erik Jeppesen, Jens Peder Jensen og Sigmundur í Dali skrivað. Í greinini verða tey fimm vøtnini lýst viðv. stødd, dýpi og upplendi. Næsta grein lýsir evnafrøðina í fimm føroyskum vøtnum, og her verður greitt frá øllum teimum ikki-lívfrøðiligu mátunum, so sum taðfalli, fosforinnihaldi, blaðgrønainnihaldi og køvievni. Greinina hava Jens Peder Jensen, Kirsten Christoffersen, Frank Landkildehus, Martin Søndergaard, Erik Jeppesen og Jens Bagger skrivað. Fyrst í lívfrøðiliga partinum er grein eftir Pål Brettum um plantuæti og mongdina av lívrunnum evni í fimm føroyskum vøtnum. Harnæst umrøða Hans-Henrik Schierup, Marit Mjelde og Jens Bagger størri vatnplantur í seks føroyskum vøtnum. Um nøgdina av smáverubólkum og lívrunnu vekt teirra í mun til framleiðsluna av plantu- og bakteriuæti í fimm føroyskum vøtnum skriva Kirsten Christoffersen, Carina Pålsson, Emma Kritzberg og Wilhelm Graneli. Greinirnar um djór byrja við djóraæti í fimm føroyskum vøtnum eftir Torben L. Lauridsen og Lars-Anders Hansson, halda so fram við botndjórum í vatnbakkanum og profundala økinum í fýra føroyskum vøtnum eftir Hilmar J. Malmquist, Finn Ingimarsson, Erlín E. Jóhannsdóttir, Jón S. Ólafsson og Gísla Már Gíslason og enda við sjósíli og bleikju í fýra føroyskum vøtnum eftir Hilmar J. Malmquist, Finn Ingimarsson, Erlín E. Jóhannsdóttir, Davið Gíslason og Sigurð S. Snorrason. Við støði í øllum hesum greinum er tað møguligt at gera eitt yvirlit yvir føðsluskipanina í fimm føroyskum vøtnum kannað við støðugum isotopum, ið Erik Jeppesen, Frank Landkildehus, Torben L. Lauridsen, Jens Peder Jensen, Rikke Bjerring, Martin Søndergaard og Susanne L. Amsinck hava skrivað, og at enda er eitt yvirlit yvir vistfrøði á fimm føroyskum vøtnum: samandráttur og samanrenning, ið høvuðsfólkini í kanningini hava skrivað: Erik Jeppesen, Kirsten Christoffersen, Hilmar J. Malmquist, Bjørn Faafeng og Lars-Anders Hansson. Ein ætlan við bókini er at útvega fígging til at kanna fleiri av vøtnunum betur. Bókin er nr. 36 í Supplementa-røðini frá Føroya Fróðskaparfelag. Ritstjórar eru Kirsten Christoffersen, Erik Jeppesen, Pehr Henrik Enckell og Dorete Bloch. Fimm føroysk vøtn er skrivað á enskum við føroyskum úrtøkum, ið Erling Isholm hevur týtt.