Jólaoratoriið byrjar í svenska býnum Sunne, har fólk gera seg til at syngja og spæla hitt fagnaðarríka Jólaoratoriið eftir Bach. Haðani veksur skaldsøgan fram. Hon røkkur um trí ættarli, byrjar í tríatiárunum og endar í dag. Søgugongdin fer fram millum Värmland og landafrøðiliga mótpol tess - Nýsæland JÓLAORATORIIÐ eftir Göran Tunström er ein av ríkastu og mest yndaðu svensku skaldsøgunum seinastu fjórðingsøldina, og sum vera man er bókin týdd til nógv onnur mál. Fyri bókina fekk Authorin tær størstu viðurkenningar. Jólaoratoriið hevur fleiri ferðir verið ført fram á leikpalli, og Kjell-Åke Andersson hevur fingið stóra viðurkenning fyri filmin.