Minniligar hendingar
(Bók)
Zacharias Zachariassen
Edvard Jacobsen, vanliga róptur Edvard í Svínoy, varð føddur 25. juni 1903 og doyði 29. januar 1985. Edvard búleikaðist á sjónum tað mesta av ævi síni. Hann var merkismaður á so mangan hátt, av bestu frásøgumonnum, sera skemtingarsamur og livandi í frásøguhátti sínum. Á stak hugtakandi hátt lýsir Edvard lívið hjá føroyska sjómanninum frá deyðsiglaratíðini fram til okkara dagar. Inn í frásøgnina flættar hann serligar hendingar, ið honum og øðrum hava verið fyri. Bókin hevur eina mongd av søguligum keldutilfari. Klettafasta álit hansara á Gud kemur til sjóndar gjøgnum alla bókina.