Í Formælinum sigur teknarin, at teknirøðin fyrst og fremst er eitt uppskot – ein persónlig tulking og kronologisk endursøgn av tí, sum kanska hendi í hesum landinum fyrstu 60 milliónir árini við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land og royndu at sættast sum frægast. Tað snýr seg um søgu og mentunararv, ið er farandi og komandi, sálina, seyðin og øll hini, sum búðu her, og næstu grannarnar. Teknirøðin er ein roynd at sameina søguligan veruleika við mytologisku, fantastisku og løgnu hendingarnar, sum tú kanst hóma í Føroyingasøgu. Í bókini eru stuttligar og keipukendar tekningar og innihaldið er skipað soleiðis: Uppruni, Landnám, Norrøn búseting, Oyggjaskeggjar, Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Hjá Hákuni, Sigmundur og Tórir venda heim aftur, Hákun ræður, Orrustan í Hjørungavági, Ólavur kongur Trygvason, Trúarstríð, Jallarnir aftur. Sigmundur og Tróndur, Eirikur og Sveinur ráða fyri Noregi, Sigmundskvæði yngra og Tróndur gandar. Brestis kvæði, sum Mikkjal D. á Ryggi yrkti, og Sigmunds kvæði yngra, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti, eru endurgivin í fullari longd. Stuttligu myndirnar í bókini gera, at bókin heilt vist fangar áhugan hjá størri børnum, ungum og vaksnum við. Og bókin kann heilt vist eisini vera eitt íkast til søgu- og kvæðaundirvísingina í skúlunum.