Triðja bókin í røðini um Hugo eftir Rakel Helmsdal er komin. Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í gamla býarpartinum í Port Janua. Enn er hann tó keddur um, at hann nú býr so langt frá besta vinmanni sínum Ravni. Men alt broytist, tá ein brúgv verður bygd, sum bindur býarpartarnar saman.