Alt broytist tann dagin, tá ið Lyra sníkir seg inn í harrastovuna á Oxford universitetinum. Fjald aftan fyri lenistólin sær hon rektaran hella eitur í vínið hjá Asriel lordi, pápabeiggja sínum. Lyra trýr valla sínum egnu eygum. Hví ætlar rektarin at drepa pápabeiggjan? Man tað hava nakað samband við loyndarfullu ferðir hansara til Arktis?
Tó er tað rektarin, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon onki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypararnir, ið stjala børn í Oxford? At kunna svara hesum spurningum, noyðist Lyra at fara somu leið sum pápabeiggin, á kanningarferð til Lapplands og Svalbarð, har pansarabjarnirnar ráða.
Norðlýsi er fantasy-skaldsøga til størri børn og ung, men kann avgjørt eisini verða lisin av vaksnum. Hon er fyrsta av trimum bókum, sum Pullman hevur skrivað undir felagsheitinum: Myrkursins frumevni. Bøkurnar hava fingið framúr góða móttøku um allan heim og sum vera man nógvar virðislønir. Hetta eru spennandi fantasy – søgur í besta Tolkien og Potter stíli