Onkur bankar uppá! Tað er Stóra Skrímslið. Hann vil altíð ráða, maksar á mínar myndir og nápar pengar. Fer hesin dagurin at vera sum allir hinir - ella fer skrímslið at tora at siga honum ímóti?
Bókina hava Kalle Güettler úr Svøríki, Rakel Helmsdal úr Føroyum og Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi skrivað. Kalle og Rakel eru royndir rithøvundar og Áslaug er kendur teknari. Hevur eitt nú teknað framúr vøkru tekningarnar í Søguni um bláa knøttin, ið hevur fingið Barnabókavirðisløn Útnorðurs. Teksturin og tekningarnar í søguni um lítla skrímslið eru vorðin til á einum skeiði fyri barnabókarithøvundar, sum var í Svøríki fyri trimum árum síðani, har rithøvundar og teknarar í felag skuldu evna eina bók. Norðurlendsku forløgini hava tikið væl ímóti bókini, Edda í Íslandi, Bonniers í Svøríki og Danmark, og Bókadeild Føroya Lærarafelags í Føroyum.