Føroysk kórbók
(Bók)
Karl Clausen, Ólavur Hátún
Kórsatsir eftir Karl Clausen
Í kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu vitjanum sínum her á landi savnaði hann tilfar um gamlan andaligan sang, tók sálmar og sangir upp á band og festi løgini síðani á blað.