Bókin er eitt søgusavn um børn, sum eru ill, flov og kedd, tí tey vaksnu drekka. Men tað eru eisini søgur um familjur, sum hava lært, at alkoholisma er nakað, ein kann gera nakað við. Bókin kann lesast einsæris, men er eisini ein bók. ið kann brúkast til samtalu.
Loyndarmálini eru ikki so tung, um tú hevur onkran at tosa við um tey.