Tólv ára gamli Artemis Fowl er eitt kriminelt flogvit. Men hóast tað kann Artemis ikki vita, hvussu leikur fer, tá ið hann skipar fyri burturtøkuni av álvinum Holly Short, sum er kapteynur í HULdeildini. Artemis heldur, at hann hevur sett álvarnar upp á pláss, tí teir eru bundnir av føstum reglum og mannagongdum. Men so broyta álvarnir sínar mannagongdir ...