Heðin Klein Móti tøgnini – egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge Egnu yrkingar høvundans eru pointeraðar lívsroyndir blandaðar upp við speisom prik til bæði Tórodd Poulsen og háfjallsólmentanina. Ein kensla av at vera innilæstur eyðkennir fleiri tekstir, og hon verður lýst við samansjóðaðum orðum. Eitt ekkó av Janusi Djurhuus varnast viðhvørt. Seinna helvtin av savninum er týðingar av gitna norska modernistinum Olav H. Hauge, sum sýnist at fáa størri og størri týdning í norðurlendskum skaldskapi. Stílurin er í høvuðsheitum stuttorðaður, og tað er greidligur íblástur fra haiku-yrking. Eitt slag av poetiskari minimalismu.