Umframt lív og deyða, sum verða lýst speiskliga hvørt um annað, so er ein høvuðstráður í yrkingasavninum tann nýggi skapningurin. Sagt verður frá nýføðingin úr eygunum á vøgguni, og hvussu verðin broytist, tá ið nýtt lív trokar seg inn á pallin. Yrkjarin hevði ivaleyst tikið undir vi orðum Leonard Cohens, at tú veitst ikki, hvat ótti er, fyrr enn tú ert blivin pápi.