Grund 1
(Bók)
Steinbjørn B. Jacobsen
Fyrsta bók við enduminningum hjá Steinbjørni, er um barnaárini í Sandvík í 50 árunum. Steinbjørn var ein av teimum fáu og fyrstu, sum byrjaði at skriva lættlisnar bøkur til børn. Men sum høvundur er hann líka væl kendur sum yrkjari og sjónleikahøvundur, og hann hevur eisini skrivað fagrar bókmentir fyri vaksin. Steinbjørn, sum er læraraútbúgvin, var í fleiri ár háskúlastjóri.