Bókin snýr seg um føroyingar, sum kríggjaðust við nasistunum undir 2. Veraldarbardaga. Fleiri føroyingar endaðu í Waffen SS umvegis Frikorps Danmark. Nakrir komu aftur av Eysturfrontinum á lívi, meðan aðrir fullu. Bókin lýsir umstøðurnar kring ungu føroyingarnar, sum gjørdu sítt til, at teir settu lívið á vága í vitleysa krígnum hjá Adolf Hitler.