Hóast føroyskur nútíðarungdómur neyvan hevur eina so strævna tilveru sum høvuðspersónurin Mathias, so ber til at liva seg inn í gerandisdagin hjá honum, serliga tí at rithøvundin Annika Thor er ein meistari í at skriva fyri ungum fólki. Huglagið er ófrættakent, og tí er gott at hava ein góðan vin. Mathias hevur Símun, sum hjálpir honum at klára seg ígjøgnum ta hørðu tilveruna hjá hansakeypmonnunum í Bergen. Í slíkari støðu er tað ringt at skilja, at besti vinurin knappliga gerst góður við ein annan, og burtur úr hesum stendst eisini ein sorgarleikur.
Hvussu leikur fer skal ikki avdúkast her, men tá ið Mathias at enda ger upp við tað, honum hevur verið fyri, er hann hóast alt takksamur og tilvitaður um, at sítt lív hevur hann sjálvur ræði á.