Hetta er triðja bókin hjá Tony Ross, sum Bókadeildin gevur út. Hinar báðar eru: Eg vil hava eina systur og Eg vil hava pottin.
Innbindingin á hesari bókini er øðrvísi enn á hinum, hon er meira hóskandi til hendan aldursbólkin ímillum 0-2 ár. Hon er innbundin í hart papp, so einki ger, um barnið slevar ella stoytir á bókina, tað kann turkast av aftur! Hóast innbindingin er ein onnur, so er hon framvegis um somu tvitnu, lítlu prinsessuna, sum bara forlangar og forlangar, men fitt er hon álíkavæl, ikki slepst undan at gerast góð við hana, sjálvt um hon bæði trampar í gólvið og geylar øgiligt.
Hesaferð vilja tey vaksnu hava lítlu prinsessuna at gevast at brúka suttu, og hvat kemur burtur úr hesum fæst at vita við at lesa bókina