Søgan um hungursbarnið er um ellivu ára gamla neytadrongin Lárus, sum ein dagin, hann ansar eftir neytunum á almenninginum, kemur fram á Tinku, ið er níggju ár. Hon er foreldraleys og einsamøll, men fram um alt svong og skitin; hon hevur megnað at halda seg á lívi í kroysuni saman við deyðu mammu síni í langa tíð. Lárus gevur Tinku mat og drekka og fær hana við sær heim á garðin, har hann tænir. Húsbóndin ætlar at senda Tinku á fátækagarðin, meðan matmóðurin vil taka hana til sín og uppala hana sum sína egnu dóttir. Men Tinka er vill sum eitt djór og hevur ilt við at finna seg til rættis. Og fyri aðru ferð í sínum stutta lívi, verður Tinka noydd at stríðast fyri lívinum.