This book is an authoritative and up-to-date collection of the latest findings on the Vikings and their immediate successors in the North Atlantic. Summarising many of the major archaeological projects undertaken here in the 1990s, it analyses several important groups of material such as graves and hoards, while new archaeological approaches are exemplified by an entomological perspective on the Norse farm. Major historical studies of the Faroes are also presented, with significant contributions to place- and personal- name studies in the area. Færeyinga saga, a key text for the history of the Faroe Islands, receives critical attention, and further literary and linguistic studies consider runic inscriptions and skaldic poetry.
The range of international contributors includes experts from the North Atlantic islands, Britain, Ireland and Scandinavia. With over 160 illustrations, this book provides an outstanding contribution to the study of the Vikings.
bókini verða løgd fram nýggjastu granskingarúrslitini um víkingar og eftirkomarar teirra í Norðuratlantshavi.
Tikið verður saman um nógvar av teimum størru fornfrøðiligu verkætlanunum, sum hava verið her og í grannalondunum í 1990-árunum, bæði í útgrevstri av búseting og gravum eins og skattafundir verða tulkaðir. Til dømis verða eisini sýndir nýggir tulkingarhættir av norrøna garðinum við støði í skordýrafrøði.
Nýggjar søgufrøðiligar kanningar í føroyskum viðurskiftum eru eisini í bókini, eitt nú um støðu Føroya í norska ríkinum. Føroyinga søga verður kannað við kritiskum eygum, áhugaverd ískoyti eru frá staðanavna- og persónsnavnagranskingini og bókmentaligar og málvísindaligar kanningar verða gjørdar av rúnainnskriftum og fornum skaldskapi.
Greinahøvundarnir eru vísindafólk úr Íslandi, Føroyum, Bretlandi, Írlandi og Skandinavia.
Andras Mortensen og Símun V. Arge hava ritstjórnað bókina.