Alexander Kristiansen hevur givið út nýggja yrkingarsavnið Báðumegin blátt, har Gud og erotikkur eru sterku drívmegirnar Úr Fuglafirði er í mong ár komin ein streymur av dygdargóðum og fjølbroyttum skaldskapi. Høvundurin er Alexandur Kristiansen, sum ferðast heimkunnigur ímillum øll hugsandi sløg av lyrikki. Hann týðir klassiskar høvundar, ger barnasangir og evnar skaldskap til, sum er ímillum tað dyggasta í okkara landi. Báðumegin blátt leggur fyri við ”Kredo”, har tað verður sagt, at Guð er í øllum. Hann er í barndómsins brekkum, í taranum, í flykrunum, í tambaðum seglum, men niðurstøðan er kortini, at hann er ein spegilsmynd av okkum sjálvum. Síðani kemur ein røð av kærleiksyrkingum við tølandi erotiskum lýsingum. Føðilandsalskurin vísir seg eisini, men hann finst ikki bara í natúruni, men í okkara lívi og er avgjørt ikki av chauvinistiskum slagi. Hugleiðingar verða gjørdar um himmal og helviti, og at tað er ilt at velja ímillum, so man jørðin ikki vera tað frægasta? Her rør høvundurin fram undir sjónarmið, sum minna um William Heinesen, ið eisini vildi vera við, at tað mest undurfulla finst her á fold. Í savninum er eisini ein vøkur kantata til heimbygdina rammað inn av sonettum til deyðar høvundar og opinskáraðar erotiskar lýsingar, eisini kallaðar saftigar sonettir. Báðumegin blátt er eingin svíkur í føroyskum bókmentum.