Føroya Fróðskaparfelag hevur givið út bókina Fólkaleikur, ið er
heiðursrit til Jóan Paula Joensen, professara. Bókaheitið sipar til
innihaldið, sum speglar yrkisleið Jóan Paula sum vísindamann.
Fólkaleikur er tað, ið rørir seg millum fólk, bæði í gaman og álvara,
huga og gerð, í søgu og nútíð, stutt sagt: mentan.
33 greinar eru í bókini og skrivaðar til høvið av starvsfeløgum í
Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi, Svøríki, Álandi, Danmark, Írlandi og
USA. Tær snúgva seg um fólkaminni, fólkalív, søgu, landafrøði, búskap og
lóg. Eitt nú eru greinar um brúðarsiðir, kvæði, landbúnaðarviðurskifti,
kortlegging, ungdómsmentan, umboðsmann og fólkaræði, fisk og fiskivinnu
og mangt annað.