abbi og apan - lætt lesandi
(Bók)
Sólrún Michelsen
Hetta er triðja bókin í eini røð av ískoytislesibókum. Hinar bøkurnar í
røðini eru Morgun og Vár.
Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum
útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava
heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til teir
næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum
at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar
floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi.
Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum
ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og
Høgni sum í lesibókunum. Abbi og apan er ein skemtilig søga um ein abba, ið
siglir úti og hevur eina apu við heim úr Afrika til Hervør og Høgna. Apan er ein
ordiligur apukattur, so nú hendur mangt og hvat.