Karl K. – einligur sonur er um átta ára gamla Karl. Karl er ein fittur og hugsunarsamur drongur. Hann hevur tað gott, men samleikin fær eitt skot fyri bógvin, tá ið hann skilur, hvat orðini ‘einligur sonur’ merkir. Hann heldur tað vera løgið av mammuni at kalla seg einliga mammu, tí hon hevur jú hann, so hann ger av, at nú skal hann hava heitið einligur sonur, og so kann hon hugsa um tað.
Karl er skemtiligur og filosofiskur uppá ein sniðfundigan máta, tá ið hann grunar yvir fyrimunirnar og vansarnar við at vera einabarn og barn av foreldrum, sum ikki búgva saman - mótvegis kjarnufamiljuni hjá vini hansara Kristini.
Søgan er bygd upp av stuttum og løttum setningum og endurtøkum. Eini trongd eftir at skilja. Ein stutt og klók bók. Og bókin er sera væl egnað at verða lisin upp fyri børnum.