Høvuðspersónurin Torak verður hetja, ikki tí hann vil, men av neyð. Hann hevur sæð pápan verða dripnan av einum illum anda í bjarnarkroppi, sum verður óndari og óndari, sum tíðin líðir. Pápin megnar í deyðsløtuni at greiða Toraki frá tí, hann noyðist undir fyri at bjarga øllum: hann noyðist eina langa ferð at lokka bjørnina til fjallið hjá heimsandanum fyri at gera enda á henni.
Úlvsbróðir kom út í Onglandi í 2004 og hevur fingið sera góð ummæli og er nógv lisin, og longu nú kunnu føroysk børn og ung ogna sær hesa bókina. Rithøvundurin Michelle Paver hevur áður skrivað til vaksna lesaran, men við hesum bókunum er hon vorðin kend um allan heim. Tá ið enska forlagið slapp at lesa bókina, skrivaðu tey umgangandi sáttmála við rithøvundan um seks bøkur, sum snúgva seg um Torak og lívið sum veiðari og savnari í Norðurevropa fyri fleiri túsund árum síðani. Síðani eru rættindini til bókarøðina seld um allan heim, m.a. til USA fyri tveysiffraða milliónaupphædd!
”Tá eg var tíggju ár, ynskti eg mær ein úlv. Og ein boga og píl, og eitt hálsband við djóratonn í, sum steinaldarfólk. So vaks eg til og mangt broyttist – men ikki so øgiliga nógv.” Soleiðis sigur Michelle Paver, sum ongantíð misti hugin at granska livihátt og umstøður í steinøldini. Hon hevur sett seg sera væl inn í plantu- og dýralív, og hvussu fólk hava hugsa á teimum døgum. Hetta setur eisini sín dám á bókina Úlvsbróðir, sum, umframt at verða sera spennandi, er eitt skrivligt valaverk.