Nú letur Kim Simonsen yrkingasavnið Kodakmyndir frá sjeytiárunum frá sær, har hann roynir at vísa, at tað finst onnur yrking enn tann postmoderna, sum hann sigur t.d. Tórodd Poulsen umboða. Kim Simonsen vil satsa upp á patos, tað erliga og realismu. Hann trýr upp á ein vakurleikaestetikk í framtíðini, at hesin fer at taka seg fram, og at postmodernisman og hennara fragmenteraða lyndi vil víkja. Høvundurin stendur somuleiðis mótsett mongum øðrum uppá, at outsidarin ikki er ein klisjé, men nettup er tann gløggskygni eygleiðarin. Fyrimyndir eru høvundar sum Gunnar Ekelöf, Thomas Tranströmer og Henrik Nordbrandt. Í Føroyum eru Rói Patursson og Jóanes Nielsen ivaleyst teir, sum standa høvundanum næstir. Av temum í yrkingunum kunnu nevnast stórbýurin, útlegdin, hin ferðandi og fremmandagerðin av tí einstaka. Projektið er modernað, men eisini poetologiskt, soleiðis at tað vónar at skapa ein møguleika fyri sentrallyrikki í Føroyum.