Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina. Høvuðspartarnir í bókini eru ljóðlæra, bendingarlæra, orðalagslæra og teknseting.