Sverri og vinur hansara Eyðun lærdu til prest í Kirkjubø, men so hendi nakað, sum noyddi teir at fara haðan. Teir komu til Noregs og vóru frá fyrsta degi við í stríðnum móti tí harðrenda Erlingi Skakka og soni hansara, Magnusi kongi.
Birkibeinar kallaðust teir, sum stríddust ímóti valdsharrunum. Og teimum tørvaði ein leiðara. Sverri kendi kall sítt - men var hann veruliga kongssonur, sum skuldi taka hesa byrði á seg? Og fór hann at vera mentur at leiða birkibeinarnar til sigur? Ivi og áræði skiftust í sinninum á Sverra, til hann at enda noyddist at taka eina avgerð.
Sverri kongur 1 - Maðurin av útoyggj er fyrsta bind av trimum um Sverra kong.