Í 2004 gav forlagið Gráfelli út bókina "Við úthavsins strendur" um vanlukkur í Norðurhøvum árini 1950 til 1975, sum Árni Joensen hevði skrivað. Hetta er so tann seinna bókin, og er hon um vanlukkur síðani 1975. Har verður millum annað sagt frá tilburðinum, tá "Sigurfari" bjargaði russiskum sjómonnum í ódnarveðri á Flemish Cap, tá norska línuskipið "Bordanes", sum tríggir føroyingar vóru við, sakk undir seting, og tá farmaskipið "Star River" sakk norður úr Kallinum. Eisini sigur bókin frá hendingini, tá grótbáturin "Siri" holvdist í Hestfirði, tá oljuskipið "Stathav" sakk við Hoyvíkshólm, og tá strandaskipið "Sjóborgin" gekk burtur norður úr Mýlingi. Tann seinasti parturin av bókini er um vanlukkuna við "Jøkulfelli" fyrst í hesum árinum.