Will er knívberarin. Nú er hann, eftir boðum frá pápa sínum, á ferð saman við einglunum fyri at handa Asriel Lordi hetta máttmikla og vandamikla vápn. Men hvussu kann hann gera hetta, nú Lyra er burtur? Bert við hennara hjálp megnar hann at vinna á tí ørgrynnu av ráðagerðum, sum hótta hann. Tvey stór heimsveldi gera seg til reiðar at kríggjast, og Will má finna Lyru, tí saman skulu tey í stríð, eina ´svitaliga ferð líka í heim teirra deyðu.