Kim Simonsen hevur í greinum sínum lagt tjóðskaparrørsluna undir sjálvsdyrkan og tokutalu og droyma seg burtur í fortíðarfabulering. Dreymur um ein tjóðskap, sum er gøddur á einum lendi við fólkafundum og ørligum romantiskum bønarmøtum. Sjálvur vil høvundurin hava loysing, men á einum modernaðum ikki-nationalistiskum støði, har livandi kjakmentan fær innivist. Umframt greinir í bløðum og tíðarritum hevur Kim Simonsen hildið fyrilestrar á lærdómssetrum Norðurlondum, Onglandi, Týsklandi og USA. Hesir fyrilestrar hava snúð seg millum annað um tjóðskaparrørslu, útlegd, bókmentaástøði, hugvísindi, vísindaheimspeki og »philosophy of mind«. Hann hevur eisini hildið fyrilestrar í Útvarpi Føroya, Danmarks Radio og í New Zealand Radio. Greinirnar snúgva seg kortini ikki bara um tjóðskaparstríðið, men eisini um leiklutin hjá teim intellektuellu í Føroyum í dag. Hvønn týdning, listin hevur og hvussu filologar viðfara føroyska málið. Haraftrat eru greinir um Regensen, um paranoia sum politiska mentan og hugleiðingar frá eini ferð í Tübingen í Suðurtýsklandi.