Kill
(Bók)
Mats Wahl, Jákup í Skemmuni
Kill er triðja frásøgn um Harald Fors, ein politist sum loysir brotsmál, har børn og ung eru bæði brotsmenn og offur.
Tað, sum ikki eigur at henda, verður veruleiki ein dagin á Víkingaskúlanum. Ein skjútti stendur goymdur á einum vesi og fer at skjóta beint inn í matsalin. Ein køkshjálp og næmingar verða raktir. Kill er ein spennandi ungdómsbók um ungfólk og harðskapin, sum er í samfelagnum, men sum vit helst ikki vilja kennast við. Sjálvt um bókin er partur í einari røð, kann hon saktans lesast sjálvstøðugt.
Tær fyrstu bøkurnar um Fors eru: Hin ósjónligi og Hevnd