{"fo":"Sólstormur er ein óvanliga væl skrivað spenningsskaldsøga við stórum bókmentaligum dygdum, við einari forvitnisligari morðgátu og við óvanligum nærumhvørvi: í brennideplinum stendur ein fríkirkjulig trúarsamkoma við góðum byri – Kraftkeldan. Viktor Strandgård, eisini róptur ”Paradísdrongurin”, sum hevur stovnað samkomuna, verður funnin illa hagreiddur og myrdur við køldum blóði og mitt á altargongini í nýbygdu Krystallkirkjuni. \r\n Rebekka Martinsson, sum langt síðan er flutt úr Kiruna til Stokkhólms at arbeiða sum advokatur, fær eina óvæntaða uppringing. Tað er systir hin dripna, Sanna, sum biður hana kom heim at hjálpa sær. Hon vil vera við, at løgreglan hevur seg undir illgruna, og hon óttast fyri at missa børnini hjá sær. \r\n Við ringum tannabiti og av lítlum huga leitar Rebekka Martinsson niðan aftur til barndómsbýin, har bæði hennara egna fortíð og ræðuligar, myrkar kreftir fara at elta hana. \r\n Sólstormur er skrivað á einum búnum og bæriligum máli og við stórari sálarfrøðiligari innliving. Her vantar ongum av teimum, sum eru við í søguni, tilelvingar; tað, sum ger, at Rebekka Martinsson vinnur á teimum hørðu roynslunum, ið henni eru fyri, eru fyrst og fremst tær kyknaðu móðurkenslurnar, sum børnini hjá Sannu Strandgård vekja í henni. \r\n Og hesar móðurkenslur fáa serliga løðing aftur ímóti einum aborti, sum hon fekk í tannárunum; eitt fostur, sum varð tikið, og sum vísir seg at hava størri týdning fyri henda harmleikin, enn hon nakrantíð hevði kunnað grunað ... ”Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti ... ” \r\n Umframt nýggju detektivhetjuna Rebekku Martinsson møta vit eisini Kirunapolitistinum Annu-Mariu Mella, sum er væl við barn, og sum hevur sín egna, ógvuliga norrlendska hátt at loysa morðgátur. \r\n Sólstormur er so statt ikki bara ein skakandi og spennandi brotssøga um blinda trúgv, fanatismu og blindan harðskap, men eisini ein skaldsøga um móðurleika, ið óivað letur upp fyri innliving og samlíking hjá fleiri kvinnuligum lesarum. \r\n Men tann, sum vil hava spenning, verður heldur ikki svikin: umframt jagstran og rýming á kavaskutara eru bæði byrsur, knívar og øksir við í upploysingini sum hóttanir um ein eld, ið oyðir alt, tí sum danski DBC-lektørurin Anne Grete Jacobsen segði, tá ið hon skuldi taka støðu til handritið: “Hetta er ein ógvuliga góð og væl skrivað søga, sum bergtekur ein frá fyrstu síðu, gott plott og ein loysn, sum ikki er løtt at gita... Hetta er ein skaldsøga um átrúnaðarligarligar falslótir, kærleika, hat og dyljing - ja, “Sólstormur” hevur bara alt...”\r\n","en":"Sólstormur er ein óvanliga væl skrivað spenningsskaldsøga við stórum bókmentaligum dygdum, við einari forvitnisligari morðgátu og við óvanligum nærumhvørvi: í brennideplinum stendur ein fríkirkjulig trúarsamkoma við góðum byri – Kraftkeldan. Viktor Strandgård, eisini róptur ”Paradísdrongurin”, sum hevur stovnað samkomuna, verður funnin illa hagreiddur og myrdur við køldum blóði og mitt á altargongini í nýbygdu Krystallkirkjuni. \n Rebekka Martinsson, sum langt síðan er flutt úr Kiruna til Stokkhólms at arbeiða sum advokatur, fær eina óvæntaða uppringing. Tað er systir hin dripna, Sanna, sum biður hana kom heim at hjálpa sær. Hon vil vera við, at løgreglan hevur seg undir illgruna, og hon óttast fyri at missa børnini hjá sær. \n Við ringum tannabiti og av lítlum huga leitar Rebekka Martinsson niðan aftur til barndómsbýin, har bæði hennara egna fortíð og ræðuligar, myrkar kreftir fara at elta hana. \n Sólstormur er skrivað á einum búnum og bæriligum máli og við stórari sálarfrøðiligari innliving. Her vantar ongum av teimum, sum eru við í søguni, tilelvingar; tað, sum ger, at Rebekka Martinsson vinnur á teimum hørðu roynslunum, ið henni eru fyri, eru fyrst og fremst tær kyknaðu móðurkenslurnar, sum børnini hjá Sannu Strandgård vekja í henni. \n Og hesar móðurkenslur fáa serliga løðing aftur ímóti einum aborti, sum hon fekk í tannárunum; eitt fostur, sum varð tikið, og sum vísir seg at hava størri týdning fyri henda harmleikin, enn hon nakrantíð hevði kunnað grunað ... ”Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti ... ” \n Umframt nýggju detektivhetjuna Rebekku Martinsson møta vit eisini Kirunapolitistinum Annu-Mariu Mella, sum er væl við barn, og sum hevur sín egna, ógvuliga norrlendska hátt at loysa morðgátur. \n Sólstormur er so statt ikki bara ein skakandi og spennandi brotssøga um blinda trúgv, fanatismu og blindan harðskap, men eisini ein skaldsøga um móðurleika, ið óivað letur upp fyri innliving og samlíking hjá fleiri kvinnuligum lesarum. \n Men tann, sum vil hava spenning, verður heldur ikki svikin: umframt jagstran og rýming á kavaskutara eru bæði byrsur, knívar og øksir við í upploysingini sum hóttanir um ein eld, ið oyðir alt, tí sum danski DBC-lektørurin Anne Grete Jacobsen segði, tá ið hon skuldi taka støðu til handritið: “Hetta er ein ógvuliga góð og væl skrivað søga, sum bergtekur ein frá fyrstu síðu, gott plott og ein loysn, sum ikki er løtt at gita... Hetta er ein skaldsøga um átrúnaðarligarligar falslótir, kærleika, hat og dyljing - ja, “Sólstormur” hevur bara alt...”\n"}