Lívsins aks er stórfingin og skelkandi frásøgn um ein griman og ringan barndóm. Drongurin veksur upp á hveitiøkrunum í Kanada og á einum bóndagarði í Sörmlandi í Svøríki. Ein harðligur og eirindaleysur pápi, ein eym og ólukkulig mamma og ein tungur ættararvur seta dám á uppvøksturin hjá óvanliga gávuríka dreinginum.
Lívsins aks myndar tað ósannlíkasta lendið, har eitt tað besta skaldið í Svøríki varð gróðursett.